Seinnapartin varð fyrsta skotið skotið fyri nýggja Hvalbiartunnlinum. Tað var andsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, sum hevði fingið uppgávuna at lata fyrsta skotið av.
Fakta um nýggjan Hvalbiartunnil
Tunnilslongdin verður 2,5 kilometrar, tilkoyringarvegurin trongisvágsmegin 0,9 kilometrar, og hvalbiarmegin 2,3 kilometrar. Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, el-arbeiðstøku og annað.
Fakta um verandi Hvalbiartunnil
Hvalbiartunnilin, sum var tikin í nýtslu í 1963, er elsti tunnil í Føroyum. Nakrar dagføringar eru gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Bæði tunnil og vegur liggja høgt, eins og vegurin eru smalur og í brattara lagi. Tunnilin lýkur ikki dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu, eins og farleiðin er ein forðing fyri vinnumenning og útbyggingum í bygdunum norðan fyri tunnilin.
Facebook viðmerkingar