Á hátíðarløtu seinnapartin, har 17 námsfrøðingar fingu prógv á Fjarlestrardeplinum í Vági, flutti Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, fram røðu. Røðan er niðanfyri.
Góðu áhoyrarar – góðu námsfrøðingar,
Í 2010 arbeiddu eini 250 fólk innan fiskivinnuna á havnarlagnum í Vági. -Umborð á trolarum, og við størri og smærri útróðrarbátum sum virkaðu út frá Vágs Havn, og ikki minst á flaka- og fiskavirkjum á havnarlagnum.
Lívsleiðin hjá nógvum ungum lá oman á keiina áðrenn tey fóru undir útbúgving og løgdu leiðina út í stóru verð. Okkara ungu høvdu møguleika fyri at bíða eitt ár ella tvey og vinna nakrar pengar áðrenn tey fóru undir útbúgving – og ikki minst kundu røturnar samstundis fáa eitt sindur fastari festi í heimbygdina.
Men yvir stutta tíð blivu arbeiðsplássini burturi.
Skipini loystu fyri seinastu ferð og eitt fyri og annað eftir stongdu flaka- og fiskavirkini á keiini, soleiðis at okur í dag bara hava eini 20-25 av teimum 250 arbeiðsplássunum á og við keiina eftir.
Við hesum fánaðu eisini møguleikarnir burtur fyri at steðga á eftir fólkaskúla ella miðnámsskúla – og tíverri førdi hetta eisini við sær, at streymurin av okkara ungu út úr Vági gekk skjótari og skjótari hesi árini.
Tá okur byrjaðu býráðsskeiðið 1. Januar 2013 var hendan avbjóðingin eisini allar ovast á breddanum:
- hvussu fáa okur skapt fleiri størv, ikki minst til útbúgvin fólk, so fólk kundu fáa arbeiðið her á staðnum
- hvussu kunnu okur halda uppá okkara ungu
- og hvussu kunnu okur draga tey aftur eftir lokna útbúgving.
-Og eru hetta spurningar, sum ein stórur partur av útjaðaranum í vesturheiminum í dag stríðist við.
Okur valdu at seta eina røð av smærri og størri verkætlanum á skrá – og fleiri nýggjar verkætlanir hava eisini sæð dagsins ljós síðani hetta.
Tær allar flestu hava tað til felags, at okur ynskja at skapa eitt lokalsamfelag, sum gevur møguleika fyri at virka og liva her á staðnum, sum gevur okkara ungu møguleika at venda aftur til Vágs, geva okkara ungu møguleika at støðast, trívast og virka í Vági – og ikki minst so hava okur eisini roynt at lata upp okkara lokalsamfelag og bjóða fólki vælkomin til Vágs.
Ein av ætlanunum, sum sá dagsins ljós í 2013 var Fjarlestrardepilin
Fjarlestrardepilin hevur millum annað til endamáls:
- At bjóða okkara ungu at taka útbúgvingina í nærumhvørvinum – umvegis fjarlestur – uttan at flyta av oynni ella heilt av landinum
- At geva teimum, sum av einhvørjar orsøk ikki fingu møguleika at taka útbúgving á yngri árum, at taka útbúgvingina nú seinni í lívinum
- At hjálpa fólki við at fara undir førleikagevandi útbúgving ella við umskúling, sum kann geva teimum møguleika at leita nýggja starvsleið ella nýggjar starvsmøguleikar
Ein lestrarvegleiðari varð settur í starv á Fjarlestrardeplinum og arbeitt hevur verið stútt og støðugt við at vegleiða og hjálpa umsøkjarum úr øllum landinum – og við at fáa nýggjar útbúgvingar á Fjarlestrardepilin.
Okur, sum tóku við í Vágs Býráð í 2013, vóru so heppin, at undanfarin býráð høvdu sett ígongd at byggja ein barnagarð í Vági, sum stóð liðugur og let upp í mai 2013.
Og við Eikilund fingu okur eitt framúr gott tilboð til okkara børn og til barnafamiljur – men ikki minst fingu okur eitt arbeiðspláss, sum hevði og framvegis hevur tørv á fólki við útbúgving – eitt arbeiðspláss, sum hevur tørv á námsfrøðingum.
Av somu orsøk var tað natúrligt at royna at fáa skipa ein flokk av námsfrøði lesandi á Fjarlestrardeplinum – soleiðis at okur fingu bjóða eina útbúgving, sum fólk kundu brúka á staðnum – eina útbúgving, sum gav fólki arbeiðismøguleikar at kalla beinanvegin.
Í 2015 eydnaðist tað at fáa í lag avtalu við UCC København, sum seinni hevur broytt navn til Københavns Proffesionshøjskole.
Á heysti 2015 varð lýst alment við møguleikanum at lesa til námsfrøðing á Fjarlestrardeplinum í Vági – og umsóknir komu úr øllum landinum.
Fyrst í januar í 2016 byrjaðu 20 lesandi á útbúgvingini og síðani hava 17 tykkara saman og hvør í sínum lagi – og ikki minst við góðum stuðli frá baklandinum nú gjøgnumført útbúgvingina og eru vorðnir námsfrøðingar.
Tykur skrivað søgu, tí tykur eru fyrsti flokkurin av lesandi, sum tekur útbúgving og fær prógv á Fjarlestrardeplinum – og leggjast tykur afturat teimum, sum hava brúkt og brúka Fjarlestrardepilin á útbúgvingarleiðini.
Við einari góðari útbúgving hava tykur nú fingið eina røð av nýggjum møguleikum, bæði innan dagstovnaøkið, innan serøkið og eisini innan fólkaskúlaøkið.
Sæð við kommunalum brillum, so fáa okur við tykkum eisini møguleikan at uppraðfesta talið av námsfrøðingum á dagstovnaøkinum hjá Vágs kommunu. -Og nettupp hetta er ein týðandi liður í tí arbeiðinum, sum okur hava sett á skrá – tað at skapa góð minnir úr barna- og ungdómsárunum í Vági, sum hava so stóran týdning fyri, um fólk velja at flyta aftur, tá tey hava verið burturi og nomið sær útbúgving uttanlands. -Tí tað er jú í teimum fyrstu árunum, at tann allarstørsta íløgan í framtíðina hjá okkara børnum verður gjørd – og her koma fleiri tykkara nú at eiga ein avgerandi og spennandi leiklut.
Eg eri ómetaliga fegin um at fleiri lesandi norðanfjørðs søktu inn á útbúgvingina og hava tykur hesi seinastu 3½ árini prógvað, at tað væl ber til at taka eina hægri útbúgving á Fjarlestrardeplinum í Vági.
Eg skal at enda enn einaferð ynskja tykkum hjartaliga tillukku við útbúgvingini og ynskja tykkum blíðan byr í framtíðini.
Takk fyri
Facebook viðmerkingar