Stefan til B36

B36.fo: B36 og Stefan Radosavljevic hava skrivað undir sáttmála, sum bindur partarnar næstu 18 mánaðirnar

Eingin ivi er um, at Stefan Radosavljevic hevur verið eitt av heitastu førosyku fótbóltsnøvnunum í ár.

18 ára gamli tvøramaðurin hevur verið ein av lyklaspælarunum hjá TB, har hann hevur skotið sjey mál – harav eitt í steypakappingini, og eisini hevur hann gjørt um seg á U21-landsliðnum.

Nú er so greitt, at tað verður í B36, at Stefan skal royna síni kynstur. Hann venur fyrstu ferð saman við nýggju liðfeløgunum mánadagin, og hann er millum teirra, sum um góða viku leggja leiðina til Belfast, har útidystur móti Crusaders er á skránni.

– Tá vit tosaðu um at styrkja um liðið í summar, var eingin ivi um, at Stefan hevði hægstu raðfesting hjá okkum. Her og nú kann hann avgjørt tilføra hópinum dygdir. Og tá talan er um somikið ungan spælara, er eingin ivi um, at hann kann mennast nógv meira, sigur Jákup á Borg, høvuðsvenjari, um nýggja spælaran.

Sjálvur gleðir Stefan seg eisini at koma til B36.

– Skuldi eg til annað felagenn TB, so ynskti eg sjálvur, at tað varð B36. Spælistílurin hjá liðnum hóskar væl til mín, og eg ivist ikki í, at eg komi at fella væl til í Gundadali, sigur Stefan Radosavljevic.

Sáttmálin er galdandi til og við 2020.

Facebook viðmerkingar