Gleðist um at fýra verkætlanir/feløg í Suðuroynni hava fingið menningarkvotur, nú tað er greitt, hvør fær tillutað menningarkvotur fyri árið 2019.
Samanborið við restina av landinum, so er greitt, at støðan í Suðuroynni ikki er eins góð og í restini av landinum. -Og tá ein av høvuðsyvirskriftunum í samgonguskjalinum er “einar javnari Føroyar”, so er tað púra natúrligt, at ein munandi partur av menningarkvotunum er tillutaður verkætlanum/feløgum í Suðuroynni.
Í Suðuroynni ræður nú um at fáa sum mest burturúr menningarkvotunum og fari eg at ynskja feløgunum, sum hava fingið menningarkvotur, blíðan byr.
Facebook viðmerkingar