Søkt verður eftir einum lærara skúlaárið 2019/20
1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/20 umleið 16 tímar vegna avlopstímar.
Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. sept. 2019
Tann sum sett/ur verður skal:
Undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
Dugu at samstarva og er fyrikomandi.
Vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum.
Vera við til áhaldandi at menna skúlan.
Vera stundislig/ur og nærlagdur.
Okkum tørvar lærara, sum kann undirvísa í:
Føroyskum, donskum, nátturu og tøkni og heimstaðarlæru.
Førleika krøv. Læraraútbúgving, og førleika í nevndu lærugreinum. Umsøkjarar, sum ikki hava læraraprógv, men aðra viðkomandi útbúgving kunnu eisini søkja.
Lønar og setanartreytir:
Lærara starvið verður lønt í lønarflokkinum 18.1-29.2.
Sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til Sumbiar skúla, Ovarivegur 9, postrúm 100, 970 Sumba í seinasta lagi tórsdagin 18. juli 2019 kl 18.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Arnfinn Bjarkhamar, skúlaleiðara, á tlf. 252230 t-postur: arnfinnur.bjarkhamar@skulin.fo
Facebook viðmerkingar