Nú er greitt, at tað verður Tróndur Enni, sum verður nýggjur leiðari fyri musikkskúlan í Suðuroy.
Tað hevur nevndin fyri skúlan einmælt avgjørt og tað hava tær seks kommunurnar, sum eru við í musikkskúlanum, eisini einmælt viðmælt.
Setanarnevndin innstillaði eisini Trónd Enni sum nummar eitt til starvið og tað tóku allar partar undir við. Starvssetanin er trý ár.
Rúni Lisberg, bygdaráðslimur í Sumba, og formaður í Suðuroyar Musikkskúla, sigurvið in.fo, at tvær umsóknir vóru til starvið. Kári Jacobsen, sum hevur verið leiðari, fer nú til Danmarkar í lestrarørindum, og tí varð hann innstillaður, sum nummar tvey.
Tróndur Enini hevur útbúgving av tónlistaskúlanum í Reykjavík men annars er hann kendur tónleikari, og spælir fleiri ljóðføri. Hann spælir horn í hornorkestrinum á Tvøroyri,men hann spælir eisini guitar og bass í ymsum samanhangum. Hann hevur somuleiðis verið lærari Suðuroyar Musikkskúla í eitt áramál.
Facebook viðmerkingar