Nýskapan og íverksetan er við til at betra um kappingarføri og búskaparligan vøkstur í Føroyum. Í góðum tíðum hava vit lyndi til at gloyma alt tað, sum vit hava brúk fyri, tá tíðirnar venda.
Rundan um okkum síggja vit hvussu nógvur dentur verður lagdur á at hjálpa íverksetarum og fáa nýggjar fyritøkur burturúr. Vit kunnu bara kaga til Íslands og læra eina rúgvu. Hini norðurlondini eru eisini eitt gott dømi um, at íverksetan verður tikið í álvara. Í Danmark hevur man gjørt ein sokallaðan “investorfrádrátt”. Hetta merkir, at íleggjarar í íverksetarafyritøkur kunnu fáa frádratt fyri sína íløgu. Hetta gevur fleiri váðafúsar krónur til vinnulívið.
Føroyar eiga nógvar og dugnaligar íverksetarar, og vit hava nógv dømi um, at fyritøkur eru bygdar upp frá grundini, til at verða støðug arbeiðspláss. Fólkaflokkurin vil tryggja vinnurekandi og íverksetarum vinnuvegleiðing og hjálp til egið virki, so teir fáa bestu byrjan uppá fyritøkuna. Í staðin fyri at leggja fleiri byrðar og avgjøld á.
Vit hava longu í dag eina skipan innan økið, sum hjálpir til, tá tú ynskir at byrja títt virksemi. Starvsfólkini sum arbeiða í íverksetaraumhvørvinum í Føroyum gera eitt megnar arbeiði. Vit skulu hava fleiri starvsfólk innan økið, so vit fáa eina haldbara skipan til at føra nýggju fyritøkurnar frá A til Z. Vit skulu hava eina íverksetaraskipan í heimsflokki.
Og nú er rætta løtan. Í góðum tíðum er lættari at útvega pening bæði frá tí almenna og privatum íleggjarum. Tað er nú vit kunnu brúka orku og pening til at byggja optimalu íverksetaraskipanina upp, so vit eru klár tá og um niðurgangstíðir koma aftur. Henda skipan skal gerast í samstarvi við vinnuna, sum kann koma við vitan og pengum.
Alt ov ofta síggja vit, at vit tosa um íverksetan og nýggj arbeiðspláss, tá búskapurin er í niðurgongd og arbeiðsloysi veksur. Tað skulu vit eisini, men tá er tað ein truplari uppgáva, tí tað almenna og vinnulívið hava fokus á onnur viðurskifti. Tí skulu vit nú, meðan fyritreytirnar eru til staðar, menna eina skipan sum hjálpir og er klár, tá mest brúk er fyri henni.
Føroyar hava brúk fyri at stimbra nýggjum vinnum og fyritøkum, so at vit gera búskapin minni tengdan at alivinnu og fiskivinnu. Ferðavinnan er eitt gott dømi um, at ein “nýggj” vinna er væl á veg til at gerast ein týdningarmikil partur av okkara búskapi.
Ein vælvirkandi íverksetaraskipan kann hjálpa nýggjum fyritøkum í gongd – ikki minst í útjaðaranum, har harðliga er brúk fyri nýggjum arbeiðsplássum.
Nógvar kommunur hava í dag eina skipan sum hjálpur íverksetarum. Við eitt sindur av stuðli og samskipan kunnu hesar skipanir eisini gerast ein innbygdur partur av tí “almennu” skipanini.
Fái eg stuðul til løgtingsvalið, vil eg arbeiða fyri at stuðla hesum týdningarmikla øki, so at íverksetarar kring alt landið fáa optimalan stuðul til at byggja sína fyritøku upp.
Bjartur Nolsøe, valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið
Facebook viðmerkingar