Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum til Eikilund at starvast 30 tímar um vikuna.
Somuleiðis verður søkt eftir einum føstum avloysara, at traðka til tá tørvur er á tí. Starvið sum avloysari er tíðaravmarkað frá 12. august 2019 til 19. juli 2020.
Vit vænta at umsøkjarin kanst arbeiða sjálvstøðugt, er ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta sær mál.
Vit bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har starvsfólkið kanst verða við at mynda og seta sín dám á stovnin.
Setanarviðurskifti
Størvini verður sett frá 12. august 2019.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett fyribils.
Skrivlig umsókn skal verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. juli 2019 kl. 12.00
Vágs kommuna
Vágsvegur 30
FO-900 Vágur
ella á vagur@vagur.fo
Meira fast at vita um størvini við at venda sær til Annu Mariu E. Jacobsen, leiðara, telefon 239343 ella eikilund@vagur.fo
Facebook viðmerkingar