Men við fólkaflokkinum fáa okur tunell???

Nei ,Ejvind altso, nú trúði eg, at okur vóru sloppin av við hesa marruna,nú okur ikki hava hoyrt tínar Kristin Michelsen stýrdu útgydilsir eina tíð,men gakk!

Nei við folkaflokkinum fáa okur so í, hvussu so er onga tunell, hvørki til Sands ella Fámjins.

Heldur tú, at okur hava gloymt tá ið fólkaflokkurin koyrdi Hvalbiartunellina aftur um Viðareiðistunellina??

Okur hava ferð eftir ferð -nú eisini frá tær-hoyrt at “yvirforbrúkið” hjá sitandi samgongu skal tálmast-alt skal rullast aftur- tað kemur at svíða sigur leiðslan í folkaflokkinum.

Hetta “yvirforbrúkið” hjá hesaru samgonguni er farið til m.a. : Skattalætta til lág og miðallønt, økt gjald til pensionistar og fyritíðarpensionistar, størri lestrarstuðul, familjuískoytu, hægri barnafrádrátt, hægri játtan til heilsuverkið, munandi hægri játtan til skúlaverkið o.s.fr.

Tá so fólkaflokkurin hevur tikið alt aftur frá pensionistunum, tikið skattalættan aftur, sagt eitt stórt tal av heilsustarvsfólkum upp, latið skúlar aftur, avtikið nýggjar útbúgvingar , ja rullað “yvirforbrúkið” aftur, so fara teir sanniliga ikki at brúka peningin til nakra tunell til suðringar!!! Nei peningurin fer direkta til skattalætta til tey ríkastu, sum teir gjørdu seinast teir framdu “skynsama fíggjarstýring” og komu út við einum milliarda halli eftir fýra árum.

Havi sagt tað fyrr men eg endurtaki: Heldur tú Ejvind Jacobsen, at okur her suðuri eru komplet idiotar?

Fyrst spillir tú allar suðringar út uppá tað grovasta, og so nú biður tú okum um at velja teg inn á løgting!

Seinast tú var uppstillaður fekst tú 203 stemmur og kom ikki inn, og so mást tú minnast til, at tá var tú uppstillaður fyri ein stovureinan flokk-sambandsflokkin.

Hesa ferð stillar tú upp fyri eyðræningarflokkin-fólkaflokkin, og um tað gongur tær væl so vænti eg, at tú fær 100 stemmur.

Signar P.Dam

Facebook viðmerkingar