Síggi at Signar Dam ikki er glaður fyri at onnur hugsa positivt um Suðuroynna. Tað átti Signar Dam at fegnast um. Men heldur enn at verða felags um at draga eina línu, velur javnaðurin á Tvøroyri at fara aftur til sjálvdrátt. Sjálvdráttur er annars nakað sum bara gamlir menn minnast og teir eg kenni eru stoltir av at hava verið við til at avtaka sjálvdráttin.
Tað er greitt, at javnaðurin á Tvøroyri hevur verið einaráðandi. Og tað gevur vald. Stórt vald. Ja, so stórt, at seinast Signar treiv í pennin, gav gestur avboð til sendingina Nova, tí nú var Signar farin at skriva. Hesin skuldi annars bara tosa um eina fyritøku. Men hann skuldi sjálvandi hugsa um seg og síni. So greitt er at Signar hevur stórt vald.
Stórt vald ger samstundis, at avgerðir ein tekur hava avleiðingar fyri alla bygdina, ja alla kommununa. Og tí krevur stórt vald umhugsni. Vandin við stórum valdi vísur seg altíð at verða óttin fyri at missa valdið.
Tá óttin setur vit og skil til viks endar altíð galið. Tað átti onkur at fortalt javnaðarflokkinum. Søgan er long. Signar hevur mist valdið 2 ferðir, men er tó komin afturíaftur.
Men er tað til gagn fyri Tvøroyri og norðaru helvt av Suðuroynni? Kristin Michelsen mátti bjarga honum uppá turt. Men takkarlønin frá Signar sær ikki út til at verða góð. Men ein søga úr aðrari oyggj er um svágrar sum keyptu fallitbúgv. Annar lat svágin fáa sín part aftur og tað gjørdi hin svágurin ikki. Upprunaligi eigarin kastaði hatur á tann sum lat hann fáa alt aftur. Soleiðis er menniskjan. Ikki alt skal skiljast.
Nú er val í hondum og valevnislisti almannakunngjørdur. Og vit síggja nú, at tann, sum settur bleiv við borðendan í javnaðarfelagnum, sambært honum sjálvum, at finna semju, nú sjálvur er uppstillaður, aftaná at hava koyrt Kristin út í kuldan. Handalagið hjá tær, Signar, kundi verið betri. Tí kundi ein spurt um endamálið er vald ella at tæna Suðuroynni. Annað valevni var í miðlunum og millum annað eg bjargaði honum uppá turt, men onnur hava hoyrt restina av samrøðuni, sum ikki bleiv prenta. Og triðja umboðið útmerkaði seg við at tvífalda nevndarsamsýningina í IRF. Felags fyri øll er, at tey vóru í sama parti. Sama parti sum Signar. Og so er spurningurin um endamálið er at tæna Suðuroynni ella valdinum hjá Signar ella bara sær sjálvum.
Enn havi eg absolut onki sæð sum tíður uppá at endamálið er at tæna Suðuroynni. Tit høvdu møguleikan at seta Aksel knívin á struban og krevja tunnil til Fámjin.Men tað gjørdu tit ikki. Hví ? Tí at Aksel skyldaði Jónleif eina tænastu í Sandoynni afturfyri at Jónleif stuðllaði ágangin á síni egnu í Norðoyggum? Góðtaka tit soleiðis at bygdir verða spældar út móti hvørjari aðari og alt endar í Havn?
Góði Signar, Tað hevði verið ynskiligt at tit høvdu rygg og søgdu hvar skápii skal standa. Tú dugir at rokna út, at tínir vinir ikki hava forhaldlingskraft mótvegis restini av flokkinum. Tú sært eisini, at einasti maður sum hevði rygg var Kristin Michelsen. Hildu tit í Suðuroy saman, so var borurin longu settur í í Fámjin. Men tit offraðu grannabygdina. Hví gjørdu tit tað?
Tí kann eg siga Signar Dam við stórari vissu, at eg eri betri fyri Suðuroynna enn tey umboð tú hevur stilla upp. Tíni umboð hava prógva sína ónyttu tá á stendur.
Eg havi gjørt radiosendingar í Suðuroy. Har vóru tað nøkur, sum ikki høvdu rygg at møta upp og siga sína søgu. Tey søgdu konsekvent nei. Tað týður uppá at lítil stiril er í. Tá tú tosar um sendingar at verða stýrdar, so er tað ikki rætt. Tíni fólk høvdu ikki rygg til at møta upp. Tað átti at verið ein simpul plikt hjá fólkavaldum. At arbeiða í loyndum hoyrir fortíðini til. Nútíðin krevur opinleika og til tess krevjast fólk við ryggi, sum tora at siga sína meining á rætta stað.
Var í Handlinum á Gørðunum í gjár. Spurdi nakrar drongir við knallerthjálmum hvat undgómurin gjørdi. Segði einki um hvør eg var. Teir spurdu um eg plagdi at verða í Radio. Teir kendu meg á málinum. Á hotel Bakkanum spurdi eg onkrar konur um nógv hús vóru til sølu. Tær vistu ikki hvør eg var, men kendu meg á málinum. Fólk flest í Suðuroy lurta, tó at øll ikki vilja luttaka.
Tað kann ikki veða meiningin at ein meira enn 80 ára gamal skal forsvara fólkavald, tí at tey ikki tora sjálvi.
Signar Dam er ein nógv róstur lækni. Eg havi hoyrt nógv gott, Ja, faktis havi eg bara hoyrt gott um læknan Signar Dam. Hann vildi heldur ikki luttaka tá eg ætlaði at tosa við læknan. Tað var spell. Bæði fyri Suðuroynna og restina av Føroyum. Men kanska KVF fær eitt prát við hann. Tað hevði verið sera áhugavert.
Onkursvegna fær ein tað uppfatan, at Signar Dam als ikki vil samstarva við ávísar persónar og flokkar. Tað er eitt óheppið útgangsstøði. Onkuntíð noyðist ein at samstarva við fólk og flokkar ein ikki dámar.
Ongin veit hvat atkvøður ein fær. Eg stilli upp fyri at Fólkaflokkurin kann koma í samgongu. Eg stilli ikki upp, tí eg sjálvur ynski sess. Men sjálvandi ætli eg at royna at fáa mest møguligt atkvøður. Fái eg nóg mikið av atkvøðum, so havi eg lova at tunnil til Fámjin skal á skrá beinan veg, tí tað sum hendi var ósømiligt. Og øll sum kenna meg vita at eg geri ikki rossahandlar. Og tunnilin til Fámjin hevði aldrin verið koyrdur aftur um var eg 17 maður í samgonguni. Líka mikið hvat skaða tey høvdu høtt meg við. Og hevði eg lagt frá mær sum landsstýrismaður, av hesari orsøk, hevði eg sjálvandi atkvøtt ímóti í Løgtinginum. Alt annað er at taka seg sjálvan fram um Suðuroynna.
Fólki avgerð hvør verður valdur. Eg og Signar Dam hava hvør sína atkvøðu. Vit kunnu bara velja til. Vit kunnu ikki geva minusatkvøður til tey okkum ikki dámar.
Enn eru Føroyar demokrati og ikki diktatur. Tí noyðast vit at samstarva við øll. Sjálvt um teir eita Eivind Jacobsen ella Kristin Michelsen, sum enntá hava tann eginleika at ein maður er ein maður og eitt orð er eitt orð. Men tað er kanska tað sum er trupulleikin.
Eivind JacobsenValevndi fólkafloksins
Facebook viðmerkingar