Tvøroyrar kommuna: Guðrun Petersen, sum í ein mansaldur hevur verið partur av barnaansingarøkinum hjá Tvøroyrar Kommunu, gevst nú í starvinum.
Guðrun byrjaði upprunaliga sum dagrøktarmamma, men gjørdist partur av nýggja barnagarðinum í Trongisvági, tá hann á fyrsta sinni lat upp í 1990. Guðrun hevur eisini verið leiðari á barnagarðinum eitt tíðarskeið.
Fyri Guðrun hevur starvið, og tað at vera um børn, verið hennara lív og sambært henni verður tað løgið, nú ikki at skulla vera partur av tí longur. Tó so ætlar hon ikki at gerast fremmand, nú barnagarðurin fer inn í eitt nýtt tíðarskeið, tá barnagarðurin verður liðugt útbygdur. Hóast Guðrun gavst 1. Juni í ár, so var hon fyri stuttum við á starvsfólkaútferð hjá nú fyrrverandi starvsfeløgunum.
Nú Guðrun fer at hugsavna seg um at njóta tað at hava frí og kunna vera um seg sjálva og síni, so minnist hon aftur á tíðina við barnaansing við gleði. Hon sigur seg hava verið partur av einum góðum arbeiðsplássi og nakað av tí stuttligasta er, at síggja foreldur, ið sjálvi hava gingið ástovninum, koma við sínum børnum í barnagarðin.
Tvøroyrar Kommuna takkar Guðrun fyri trúgva tænastu og ynskir henni alt tað besta í framtíðini.
Facebook viðmerkingar