Okkara eldru eru gull verd

Okkara eldru hava skapt okkum samfelagið. Tí er tað okkara skylda at tryggja teimum eitt gott og virkið lív á eldri árum. Vit skulu tryggja teimum eina pensjón sum skapar tryggleika, í staðin fyri at leggja byrðar á og meta tey sum eina “útreiðslu” fyri samfelagið.

Ofta verður tikið til, at pensionistar eru “dýrir” fyri samfelagið. Her verður hugsað um, at tey eru farin um tey 67, arbeiða ikki meira og skulu hava fólkapensjón so longi tey liva. Og so eru tey eldru natúrliga títtari brúkarar av heilsuverkinum.  

Og bara tað, at pensjónistar móttaka eina væluppiborna inntøku frá landinum eftir at verða farin av arbeiðsmarknaðinum, merkir ikki at tey kosta samfelagnum ein rúgvu. Hetta er burturvið. 

Núverandi samgonga hevur avgjørt, at Samhaldsfasti verður skattað bæði við inn- og útgjald, og er tí ein pengamaskina hjá landi og kommunum, sum gongur út yvir fíggjarliga rásarúmi hjá okkara eldru borgarum. Tað er ikki rímuligt, og hetta vil Fólkaflokkurin arbeiða við at fáa broytt, um vit  koma aftur í stjórn eftir komandi løgtingsval. 

Í veruleikanum stendur landið í stórari skuld til hesi eldru, sum hava goldið skatt og avgjøld alt lívið, og verið við til at fíggja okkara vælferðarsamfelag. 

Og tey eldru gera í veruleikanum nógv fyri samfelagið. Tey hava eina vitan, sum bæði børn, ung og tilkomin kunnu læra av og gera brúk av. 

Nógv av hesum eldru hava eisini havt egna fyritøku, og kunnu tey læra víðari og verða mentorar hjá øðrum ungum sum byrja sína fyritøku. Vit síggja at tey sita í nevndum bæði í nýggjum fyritøkum, og fyritøkum sum hava fleiri ár á baki. Tað er tí tey hava eina vitan, sum brúk er fyri. 

Og so gera tey eldru eitt stórt sjálvboðið arbeiði. Nevnast kann at skipa fyri inntøkugevandi tiltøkum fyri ítróttarfeløg, í heimavirkjum og hjálparfelagskapum.

Tá barnafamiljur noyðast at arbeiða og ongin er at passa børnini, orsakað av, at tey eru sjúk ella tá barnagarðar og vøggustovur hava stongt av onkrari orsøk. Tá eru ommur og abbar kærkomin at heita á.

Akkurát sum vit hava brúk fyri okkara børnum, okkara ungu, okkara tilkomnu, so hava vit eisini brúk fyri okkara eldru. Ein rúgva av royndum, vitan og hjálp finst í  hesum “gráa gulli”. 

Tí skulu vit gera alt fyri at livikorini á ellisárum eru so góð sum gjørligt. Vit skulu hava eitt heilsuverk við hágóðsku veitingum og við tryggleika fyri allar landsins borgarar.

Vit skulu fjølltátta bústaðarmøguleikarnar, so at tey kunnu velja at fara í annan bústað um ynski er um tað. 

Vit eiga at taka hond um fólk sum eru slitin av tungum arbeiði áðrenn pensjónsaldur, og vit skulu tryggja teimum, sum vilja tað, at tað loysir seg at arbeiða eftir pensjónsaldur.

Vit skulu geva hvørjum eistøkum eina trygga pensjónsskipan, sum er ein fyritreyt fyri góðum ellisárum. Fólkaflokkurin vil varðveita rættin til fólkapensjón.

At siga, at eldri borgarar eru ein byrða fyri samfelagið, er burturvíð. Tey eru tvørtumímóti gull verd. Eitt gott samfelag tryggjar nøkur virðilig eldraár fyri øll. 

Bjartur Nolsøe, valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið

Facebook viðmerkingar