Hvat er líkheitin millum ISIS og Javnaðarflokkin á Tvøroyri? Báðir jagstra kristin!
Tann so væl kendi Tobbi, býarkongurin á eystara armi á Skálafjørðinum, er kanska ikki heilt ólíkur Signar. Teir hava góða tendring, eru skjótir í blekkhúsið og mangla ongantíð orð. Og tá teir tendra vanda teir sær ikki um orðini. Eg blívi ikki óður, fornermaður ella bangin tá eg standi fyri skotum. Men flest øll onnur ræðast, krúpa og velja onki at siga. Tigandi fjøldin er stór. Tí missa býarkongar skjótt sambandi við veruleikan.
Signar Dam er høgt í metum sum lækni. Tí ynskti eg samrøðu til gagn fyri lurtaran. Signar segði nei. Tað sama gjørdi meirilutin í býráðnum. Onkur ræddist Signar og segði nei, men tey vóru fá.
Eg havi ikki aldursdiskriminera Signar. Bara staðfest at onnur dúva uppá hjálp frá einum 82 ára gomlum manni. Tað er rós vert, at ein 82 ára gamal óførur maður roynir at verja javnaðarhugsjónina. Men tað er út av lagið vánaligt at valevnir ikki kunnu svara fyri seg. Eg skilji ikki, at tit ikki finna valevnir sum vilja svara fyri seg. Havi tosa við tey øll. Tey eru skilafólk. Men tey fáa onki ígjøgnum á Løgtingi. Á Løgtingi telur bara tað, sum kemur burtur úr.
Signar hevur kanska størri mentalan kapastitet enn eg. Eg uggi meg við at Líggjas í Bø einaferð segði: Tað er ikki spurningur um at hava vit og skil. Tað ræður um at brúka vit og skil.
Til seinst tvey politisk mál. Tað Signar sigur um Fámjinstunnilin er beinleiðis lygn. Tað hevði Signar vita, um hann lurtaði eftir R7, eins og flest onnur í Suðuroy. Um Signar ikki trýr mær, kann hann spyrja Kristin Michelsen, sum eigur alt uppá skrift.
Aksel møtti á fundi í Javnaðarfelagnum í Suðuroy, at boða frá rossahandli við Jónleif, sum avlýsti Fáminstunnilin. Borgarstjórin í Fámjin var innboðin men ikki Kristin. Tað kunnu tit ikki lúgva tykkum frá.
Ongin langaði nevan í borði? Hví blokeraði Bjarni Hammer ikki? Hví hóttu Kristina Rost og Jens Arne Hammerfos Leo ikki Bjarna og Aksel? Hví svíktu tit grannarnar í Fámjin? Hugsaðu tey mest um seg sjálvan?
Heilt erliga Signar. Eru hetta fólk at umboða Suðuroynna? Heilt erliga Signar Dam, heldur tú at Javnaðarflokkurin, við slíkum framgangshátti er verdur at umboða Suðuroynna.
Viðvíkjandi politikki so skal eg upplýsa, at eg í 20 ár havi meint, at landskassin skal taka skatt inn og geva kommunum blokkstuðul eftir tali av eldri borgarum og øðrum hóskandi kriterium. Hetta hevur Javnaðarflokkurin einki gjørt við, tí tvøramaðurin í Havn, Javnaðarmaðurin Heðin Mortensen segði nei til sosialt rættvísi.
Hevur Signar Dam nakrantíð hugsa tankan, at Javnaðarfólk norðanfyri eru fullkomuliga líkaglað við Suðuroynna, tí at suðuroyingar velja javnaðarflokkin allíkavæl?
Tað er munur á at arbeiða fyri sær sjálvum og at arbeiða fyri hini. Tí, Signar, eri eg stórliga bangin fyri, at eg, einsamallur, kann avrika meira fyri suðuroynna enn øll tíni 3 valevnir tilsamans megna, verða vit øll 4 vald á ting.
Eivind Jacobsen
Valevni fólkafloksins
Virus-free. www.avast.com |
Facebook viðmerkingar