Bað Ejvind Jacobsen um eina forklaring uppá viðtøkuna í fíggjarnevnndini har Dalstunellin verður raðfest fyrst.
Fái sum aftursvar, at eg eri lygnari.
Niðanfyristandandi brot úr fíggjarnevndarprotokollini vísir, at mín útsøgn er sonn.
Kristin Michelsen er jú limur í fíggjarnevndini.
Myrkaspælið hjá tær og Kristin Michelsen í øllum tunnlamálum er hervið avdúkað.
Allur hin vavsturin um Bjarna, Kristinu, Jens Arna, Jónleif og Aksel er tann reini heilaspuni.
Her er snøgt sagt ikki dropin av seinnleika.
Ein gemenur krókatutlari!!
Tá ein politikari in spe nýtir orðafellið “heilt erligt” og tað fleiri ferðir í somu grein, so er tað rættuliga sannlíkt, at hann ikki er erligur.
Erligur er ikki eitt lýsingarorð sum nakar hevur hug at seta á Ejvind Jacobsen.
Nú havi eg nýtt nokk av mínum “mentala kapaciteti” uppá henda nullitetin og fari at lata veljaran meta um hann 31.august, tá valið allarhelst verður.
Signar P.Dam
Facebook viðmerkingar