Jóanis Erik Køtlum nýtt valevni fyri Tjóðveldi

Jóanis Erik Køtlum verður nýtt valevni fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið komandi. Tað er greitt, eftir at Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði uppstillingarfund mánakvøldið.

Hann er 53 ára gamal og er útbúgvin búskaparfrøðingur við fíggjarstýring sum sergrein frá Copenhagen Business School. Jóanis Erik Køtlum hevur drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir á strategiskum stigi innan miðfyrisiting og sjúkrahúsverk.

Hann hevur millum annað verið forstjóri í sjúkrahúsverkinum, og stjóri á Landssjúkrahúsinum, deildarstjóri og virkandi aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og stjóri í grønlendska heilsuverkinum.

“Jóanis Erik er framúr kønur í heilsumálum, leiðslu og almennari fyrisiting . Jóanis Erik er virdur fyri at tora at standa við tað, hann heldur – og hann er bæði víðskygdur og greiður um, hvussu vit kunnu menna heilsuverkið og almenna geiran. Hann er onki minni enn ein fongur fyri Tjóðveldi”, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

“Eg havi verið limur í Tjóðveldi í mong ár og gangi inn fyri, at allur avgerðarrættur skal verða í Føroyum. Tá eg bleiv biðin um at stilla upp, tók eg av. Mínar starvsroyndir hava givið mær gott innlit í almenna raksturin, og eg haldi, eg kann brúka hesar í politiska arbeiðinum. Serliga eri eg áhugaður í at finna skynsamar javnvágir í fjølbroytta politiska landslagnum, sum gagna verandi og komandi ættarliðum”, sigur Jóanis Erik Køtlum.

Eysturoyar Tjóðveldisfelag kann hava átta valevni til løgtingsvalið. Á listanum hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag eru Sonni á Horni, Jóhan Christiansen, Pól Esper Hansen og nú eisini Jóanis Erik Køtlum. Harumframt kann roknast við, at okkurt valevni verður afturat teimum fýra, sum longu eru.

Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar