Næmingar í Hvalbiar skúla hava aftur í ár havt eitt jólaprojekt fyri. Tað er siðvenja, at sætti flokkur ger okkurt, sum skal prýða úti á skúlaganginum í desember mánaði.
Í ár hava tey valt at gera eitt kavahús úr flamingo, umframt hetta hava tey hugnað um allan gangin, hava sett borð fram, har teir yngru næmingarnir kunnu sita og tekna ella skriva brøv til jólamannin, sum hevur latið okkum ein postkassa, har brøvini kunnu fara í. Eisini er møguleiki at sita og lesa í ganginum, har stólar eru settir upp og teppi løgd á gólvið.
Tey hava eisini endurskapað tey vanligu jólasúmbolini, sum t.d. hjarta, eingil, stjørnu o.a. og hava hongt hesi á eina grein. Tey greiddu frá undir morgunsanginum fríggjamorgunin, hvat súmbolini høvdu at týða, umframt at tey lósu jólaevangeliið upp fyri øllum á skúlanum.
Tey høvdu 3 skúladagar til hetta arbeiðið, og ikki kann sigast annað, enn at tey hava verið sera arbeiðssom og dugað væl at funnið uppá.
Jólastovan er nú tendrað og latin upp, og næmingar skúlans kunnu nú vitja jólastovuna í fríkorterunum, har tey eisini hava møguleika at lurta eftir jólatónleiki. Her síggja tit nakrar myndir úr Hvalbiar skúla.
Facebook viðmerkingar