Prince er 152 m. langur og 21 m. breiður. Skipið hevur tveir stabilisatorar Prince tekur 1.230 ferðafólk og hevur 889 koyggjur. Skipið tekur 300 persónbilar ella umleið 30 trailarum.
Prince er bygt í á Wärtsilä í Turku í Finnlandi í 1974. Tey fyrstu nógvu árini, inntil í 1987, sigldi skipið við ferðafólkum og farmi millum Gøteborg og danskar og týskar havnir. Í nøkur ár sigldi tað í Ermasundi. Og síðani aftur í fleiri ár í Norðsjónum. Í 2002 fór skipið at sigla í Miðarhavinum, áðrenn tað í 2010 fór at virka sum hotelskip fyri vindmyllu lundir í Norðsjónum inntil á vári í 2018, tá tað varð selt til European Seaways í Grikkaland. Síðani hetta hevur Prince verið í sigling í Miðjarhavinum, m.a. millum havnir í Kroatia og Italia.
Skipið er umbygt í fleiri umførum. Fyrstu ferð í 1984, tá økt varð um talið av kømurum. Í 2010 varð skipið aftur umbygt í Fredericia, tá tað varð umbygt til eitt off-shore hotelskip.
Prince kemur at røkja suðuroyarleiðina, tá Smyril fer í dokk 20. september.
Facebook viðmerkingar