30 km/t til og frá Smyrli

Samstundis sum allar Føroyar skifta í hægri gear, verður Suðuroyggin gearað niður og løgd á ís.

Tung – rættiliga tung – ferðsla verður nú løgd inn í høvuðssamferðslukervið í oynni, og er tað landsverk, ið fostrað hevur hesa skilaleysu atgerð eftir áheitan frá einum grótbátareiðara.

Nú er havnalagið í Porkeri knappliga blivið ov litið, profittmakseringin krevur størri skip. Tað almenna hevur pumpað 15 mió.kr. í eitt havnalag í Porkeri einans ætla til verandi grótflutning, og tá liðugt er, so vil man nakað annað, og land og kommunur renna aftaná.

Ein studentaskúla skrykti man av lunnindum, eina føðistovu somuleiðis og nú tímir man ikki eitt spildurnýtt havnalag. Vitloysið sæst ongan enda taka.

Sum nú er, so rullar grót og knústur skervur undan brekkuni úr Skørðunum oman á havnalagið í Porkeri, sum er gjørt til endamálið, og ikki eitt mg CO2 fer út í luftina.

Stórsti CO2 syndarin í heiminum pr. capita vil kortini nakað annað. Ein grót/skervgoymsla upp á 10.000 tons og meira skal nú í endaleysum tjørudálkandi lastbilum flytast úr Skørðunum norður á Drelnes, har 80 m long skip skula lasta úr eini goymslu til støddar sum ein fótbóltsvøllur. 

Fá ár eru síðan, at landsverk einans kundi brúka skerv úr Noregi, so her er sanniliga vend komin í.

Mitt í rokanum liggur so landsins stórsti mentanarpallur, sum nú fær eitt dustmikið, dálkandi, larmandi akkompagnement frá tonsatungum dumparum og lastbilum úr grót/skervverkinum beint fyri durunum.

Tá eingin mótmælir, kann ikki sigast annað enn, at øll sjey bygdaráðini í oynni taka undir við hesi avger, sum ein suðuroyingur sum landsstýrismaður setti út í kortið 23.08.2017.

Vinnu og havnanevndin í Tvøroyrar býráð hevur eisini tikið undir við hesi ætlan.

Vit fara at fáa endaleysar bilrøðir aftan á lastbilunum og skilaleysar yvirhálingar, sum so aftur fáa katastrofalar avleiðingar. 

Vit skriva 2019, og alment fyriskipa skilaloysið hevur ongantið verið størri.

Hergeir Nielsen

Facebook viðmerkingar