Skálavegur gjørdur av nýggjum

Vágs kommuna: Seinastu árini hevur verið eitt miðvíst arbeiðið í gongd við at dagføra og nýgera vegakervið í Vágs kommunu. Nú er eisini stórur partur av Skálavegi gjørdur av nýggjum.

Eftir eitt áramál, har kommunan ikki hevði fíggjarligt rásarúm til at dagføra, nýgera og asfaltera vegakervið í kommununi, hevur hesin parturin av kommunala økinum fingið eina uppraðfesting seinastu árini. Til dømis er vestari partur av Geilini er gjørdur heilt av nýggjum, nógv vegastrekkir í kommununi eru asfalteraði og miðvís ætlan er gjørd um framhald av hesum komandi árini.

Fyrr í ár varð eisini farið undir at nýgera niðara part av Skálavegi, sum var sera illa farin.

Vegurin er síðani breiðkaður og nýggjur kantur er stoyptur í ovara borði. Nýggir lyktapelar eru settir upp og í august verða nýggj LED-ljós sett á pelarnar. Og nú í juli er vegurin eisini asfalteraður, soleiðis at hesin parturin av Skálavegi nú er gjørdur heilt av nýggjum.

Tað er tekniska toymið hjá Vágs kommunu, undir leiðslu av Hera Silvurdal, arbeiðsformanni, sum hevur staðið fyri arbeiðinum – og er tað sjón fyri søgn, at talan er um framúr avrik. EM-asfalt hevur gjørt asfaltarbeiðið.

Nakrar myndir eru á heimasíðuni hjá Vágs kommunu www.vagur.fo

Facebook viðmerkingar