Vestmanna kommuna hevur nógv góð fólk, sum eiga at sleppa at royna seg. Tíðin er komin til, at eg gevi stafettina víðari, tá hetta valskeiðið endar. Eg fari at seta alt inn uppá at bjóða meg fram til løgting – og landsstýrið – um veljarin heldur tað vera eitt líka gott hugskot sum eg haldi, sigur Pauli Petersen.
Í 2004 stillaði Pauli Petersen fyrstu ferð upp til kommunuval í Vestmanna, og síðani hevur hann umboðað Vestmanna kommunu. Hann fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum í 2012 og fekk tað stóra álit at gerast borgarstjóri tá. Til kommunuvalið í 2016 fekk Pauli Petersen triðju hvørja atkvøðu í Vestmanna, bert borgarstjórin í Skúgvi fekk fleiri í mun til fólkatalið.
Hetta velduga álit, ið borgarar í Vestmanna kommunu hava víst mær, havi eg eftir besta førimuni røkt so væl eg dugi, sigur Pauli Petersen, sum nú heldur tíðina verða búnað til at hugsavna seg um landspolitiskar avbjóðingar.
Tí komandi árini verða avgerandi í landspolitiskum høpi, tá ið umræður eitt nú bústaðarpolitikk. Og her hevur vestmenningurin púra greiðar hugsanir.
Innan 100 dagar av einari nýggjari samgongu, skulu vit selja okkara part av Bank Nordik, og brúka peningin til at styrkja ein almennan banka – eitt nú Bústaðir. Og víðari skal Bústaðir so fíggja partar av bústaðarlánunum kring landið alt, so at tað gerst lættari hjá fólki at seta búgv, sigur Pauli Petersen og vísir á, at tað nú skal lógvatak takast millum allar partar, fyri at loysa bústaðarneyðina.
Land, kommunur og tað privata skulu ganga saman at byggja lutaíbúðir, so at fólk hava møguleika at keypa ein part av einari ogn, har tey eru tryggjað bústað so leingi tey vilja. Hetta hevur eitt nú teir fyrimunir, at eldri borgarar, ið vilja selja hús síni, og vilja flyta í minni bústað, hava møguleika at keypa sær ein lut í fastogn, og fáa selt hús síni til onnur. Tey, ið keypa bústað á fyrsta sinni fáa ein nýggjan møguleika at keypa sær ein lut í eini ogn, heldur enn at brúka milliónir fyri at fáa tak yvir høvdið. Eisini mugu vit tryggja, at fólk, ið av ymsum orsøkum eru skerd, hava tak yvirhøvdið, sigur Pauli Petersen og vísir á, at kommunurnar eiga at fáa heimild at byggja bústaðir, til dømis luta-og eigaraíbúðir, so at fleiri aktørar verða til at lyfta okkum burturúr bústaðarneyðini.
Eisini heldur hann, at teir privatu aktørarnir skulu hava somu treytir sum teir almennu, soleiðis, at vit fáa eitt trýpartasamstarv millum alment, kommunalt og privat.
Aðalmálið í einum bústaðarpolitikki skal verða, at øll hava møguleika fyri at fáa tak yvir høvdið fyri rímiligan kostna og verða tryggjað, at bústaðurin er góður, sigur Pauli Petersen.
Eitt annað hjartamál hjá Paula eru børn og ung við serligum tørvi.
Vit búgva í heimsins ríkasta samfelag og tí skulu allir borgarar í Føroyum hava góð livikor og viðurskifti. Øll í Føroyum skulu hava rætt til ein innihaldsríkan gerandisdag. Vit skulu hava skúla- og menningartilboð til øll børn og ung. Øll, ið eru somikið væl fyri, at tey kunnu arbeiða, skulu hava eitt tilboð til tess. Endurvenjingar- og umlættingar tilboð skulu verða til allir bólkar, børn, ung, vaksin og eldri, ið hava tørv á tí. ”Tann góða tilgongdin” skal umfata enn fleiri bólkar av børnum og ungum. Pauli hevur fleiri onnur hjartamál, fiskivinnan, umhvørvismál, orka og ferðavinnu, sum hann biður um álit til at arbeiða víðari við á løgtingi komandi fýra árini.
Facebook viðmerkingar