Sjúkrahússtjórin fyrsta arbeiðsdag

​Í gjár var fyrsti arbeiðsdagur hjá nýggju stjórunum á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Eftir drúgva tænastu segði Ronnie Midjord seg úr starvi sum sjúkrahússtjór í vár. Nú er stafettin latin Hans Paula Henryson, sum frameftir skal stjórna Suðuroyar sjúkrahúsi.

Saman við Alexandru á Dul, stjóra fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, skal Hans Pauli saman við Steinar Eirikstoft mynda leiðsluna í Sjúkrahúsverki Føroyar. Steinar tekur við starvinum sum forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og stjóri á Landssjúkrahúsinum 1. september.

Hans Pauli Henryson er 56 ára gamal, útbúgvin skipsførari á Føroya Sjómansskúla. Hans Pauli hevur drúgvar leiðsluroyndir frá privata arbeiðsmarknaðinum.

Facebook viðmerkingar