Føroya Eftirskúli ikki nokk av umsøkjarum

Føroya Eftirskúli boðar í kvøld frá, at tey tíverri ikki hava fingið nokk av umsøkjarum til at kunna byrja eftirskúlan í august.

Føroya Eftirskúli skrivar:
Vit á Føroya eftirskúla eru tíverri noydd at upplýsa, at eftirskúlin ikki hevur fingið nokk av umsøkjarum at byrja í august 2019, sambært treytunum frá Mentamálaráðnum. Vit eru hørm um hetta, tí vit høvdu glett okkum til eitt spennandi og øðrvísi skúlaár á Tvøroyri.

Vit arbeiða víðari, tí grundarlagið er komið, og skjótt verður søkt eftir stjóra. Vit fara at taka ímóti umsóknum til skúlaárið 2020/21 fyrst í komandi ári. Áhugaði eru vælkomin at søkja aftur tá.

Vinarliga,
Stýrið fyri eftirskúlan

Facebook viðmerkingar