Fótbóltsamband Føroya skipaði týsdagin fyri Grassroots tiltakið í Marghøllini í Vági, har børn frá barnagørðunum í Suðuroynni luttóku.
Børnini hugnaði sær óført í Marghøllini, har tað var turt, hóast illveður uttanfyri. 9. flokkur úr Vágs skúla luttóku sum venjarar í tiltakinum.
Hendan vikan er Grassroots vika hjá UEFA og tí skipar FSF fyri fleiri tiltøkum kring alt landið, har endamálið er at fáa fólk at spæla fótbólt.
Myndirnar tók Bjartur Vest.
Facebook viðmerkingar