Hevði tú trúð tí?

Hevði tú trúð tí?

Tað ber til at seta sær mál. Tað ber til at leggja leiðir fyri framtíðina. At fremja tað í verki saman. Og tað skapar so ómetalig úrslit og møguleikar fyri okkum øll – sum einstaklingar, samfelag og tjóð.      

Hevði tú trúð tí, hvussu nógv er broytt? Og hevur flutt samfelagið til frama fyri okkum øll, seinastu fýra árini?

  • Tað eru bert góð 4 ár síðani, at meirilutin á løgtingi sendi fólk til Danmarkar at biðja um um meira enn 200 mió. kr um árið? Og tá ið tey fingu nei úr Danmark, søgdu tey seg ikki hava ráð at gera nakrar batar fyri vanligar familjur, heilsuverk, skúlar, vælferð, umhvørvi, mentan og list og samfelagsbólkar við avbjóðingum.
  • Tað eru bert góð 4 ár síðani, at skattalættar ístaðin vórðu latnir til tey, ið høvdu allarmest, meðan lág- og miðallønt fingu eina stóra skattahækking við pensjónsskattingini.
  • Tað eru bert góð 4 ár síðani, at vit vóru bert eina undirskrift frá at avhenda Skálafjarðartunnilin til CIP og harvið skuldarbinda føroyingar at gjalda til útlendskar spekulantar í kanska hálva øld. Ongin Sandoyartunnil hevði nakrantíð komið uppá tal.
  • Tað eru bert góð 4 ár síðani, at vit høvdu undirskot í landskassanum hvønn dag.
  • Tað eru bert góð 4 ár síðani, at vit vóru á gáttini til at avhenda ríkidømið í havinum til einstøk privat feløg og útlendskar pengamenn – og ongin annar kundi bjóða seg fram kring landið at skapa virði úr okkara fiskiríkidømi.

Tjóðveldi hevur saman við Javnaðarflokkinum og Framsókn sitið við valdið hesi seinastu fýra árini. Og hava við stuðli frá øðrum framt tey høvuðsmál, ið vit settu okkum fyri. Og hava saman loyst og framt mál, ið ongin hevði gjørt nakað við, hóast tos og lyftir í tíggjutals ár.

  • Vit hava havt 1,5 milliard í yvirskoti á fíggjarlógini í hesum samgonguskeiðnum. Ein hálv milliard er sett í Búskapargrunn. Landskassans skuld er niðurgoldin við 1,5 mia.
  • Vit hava samtykt javnrættindi hjá samkyndum í samfelagnum.
  • Vit hava framt munandi lættar og batar til lág- og miðallønt, til lesandi, til pensjónistar, fyritíðarpensjónistar, stakar uppihaldarar, fólk við serligum avbjóðingum og lægstløntu familjurnar.
  • Vit hava fíggjað alt við teimum virðum og pengum, ið vit sjálv skapa í Føroyum – og ikki við at senda rokningina til Danmarkar ella til komandi ættarlið.
  • Vit hava fastfryst ríkisveitingina, tikið fleiri málsøki á føroyskar hendur. Blokkurin er nú bert 3% av tí, sum vit sjálv framleiða í Føroyum.
  • Vit hava tryggjað, at fiskurin í havinum er ogn Føroya fólks, ikki er á útlendskum hondum, tryggjað virðir til okkum øll, ið fyrr varð keypt og selt privat. Og hava givið fleiri møguleikan at taka lut fiskivinnuni og at skapa virðir.
  • Vit hava økt játtanina til heilsuverkið, fingið fleiri serlæknar, útbygt fleiri øki á sjúkrahúsunum, fingið øll trý sjúkrahúsini undir eina leiðslu og útbygt psykiatriina.
  • Vit hava framt eina nýggja pensjónsskipan, har tann stóri bólkurin av pensjónistum, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at dúva uppá, hava 1.500 kr meira um mánaðin at liva fyri.

Eg kundi hildið fram. Havi verið í politikki í 20 ár. Og ongantíð er so nógv framt í einum valskeiði.

Úrslitini tala. Fólk fjølgast í Føroyum og velja Føroyar at liva og virka í. Tað er eitt heilt annað rúmligt, skapandi og sjálvbjargið samfelag, ið nú liggur fyri okkum.

Og vit hava sjálvandi sett málini fyri, hvussu vit byggja víðari á somu leið í okkara valskrá.

Skulu vit halda fram ímóti teimum frælsu, sjálvbjargnu og samhaldsføstu Føroyum við somu møguleikum og rættindum til øll?

Ella skulu vit venda aftur til tey tómu lyftini og samfelagið fyri tey fáu. 

Hetta snýr valið seg um 31. august 2019.  

Tjóðveldi hevur víst í verki, at tað ber væl til. Og vit fremja saman við tykkum og øðrum tað, ið vit seta okkum fyri.

Tí heiti eg á tykkum um at velja Tjóðveldi.

Høgni Hoydal, Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar