Barnaval er útskrivað á føroysku bókasøvnunum

Vallyftini eru fjølbroytt, tey snúgva seg m.a. um kelidjór, klemm, smákykt og songartíðir, og valevnini eru kend frá barnabókunum.

Mánadagin 26. august verður atkvøðukassin settur upp á bókasavninum, og tað fer at bera til at atkvøða fram til 31. august, tá barnavalstaðið letur aftur. Valseðil fæst á valstaðnum, og fyri at hava valrætt skal man vera ómyndigur og í mesta lagi 12 ár.

Í tíðini upp til valið fara valevnini at seta upp valplakatir á bókasøvnunum og nærhendis.

Endamálið við barnavalinum er at introdusera børnini til demokratisku tilgongdirnar á stuttligan hátt, samstundis sum ljós verður varpað á barnabókmentir.

Valnevndin vónar, at valluttøkan verður góð, av tí at hetta er ein fortreyt fyri eitt umboðandi valúrslit. Vinnandi valevnið fer at fáa ávirkan á bókasøvnini komandi tíðina.

Vágs býarbókasavn í Miðlatúni, Vágsvegur 57 hevur hesar upplatingartíðir:
Tórs- og fríggjadagin 29.& 30. august 10.00-16.00
Leygardagin 31. august 10.00-14.00

Facebook viðmerkingar