Grindabátarnir úr Vági til Íslands í juli 2018

Fyrst í juli mánað 2018 er strandamentanarstevnan Nordisk Kystkultur Festival á Siglufjørðinum í Íslandi. Ætlanin er at fara við trimum grindabátum úr Vági til strandamentanarstevnuna, sum var í Vági í 2016.

Grindabátarnir við manning fara við Norrønu og møguliga fer sluppin Johanna TG 326 eisini til Íslands.

Tey, sum hava áhugað í at fara við til Nordisk Kystkultur Festival á Siglufjørðinum, verða biðin um at boða frá hjá John Petersen (tlf. 210438), Boga Mortensen (tlf. 218442), Hans í Líðini (tlf. 225619) ella Óla Holm (tlf. 211985). 

Seinasta freist er 10. januar 2018.

Legg tilmerkis, at tað eru avmarkað pláss til ferðina.

Facebook viðmerkingar