Elektrikari/montørur til NET í Suðuroy

Ynskir tú at gerast partur av okkara vælvirkandi toymi, ið dagliga ferðast í einum spennandi tekniskum arbeiðsumhvørvi?

Vit leita eftir einum teknikara/montøri til NET í Suðuroy at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Sum teknikari/montørur á NET ert tú partur av einum spennandi umhvørvi og hevur ábyrgd av dagligum uppgávum á deildini, umframt at tú hevur góðar møguleikar at menna teg fakliga og persónliga.

NET umsitur rakstur og menning av nærum øllum útbúnaði á fjarskiftisøkinum í Suðuroynni. Dagligu uppgávurnar á deildini fevna m.a. um rakstur og menning av tøkni og anleggum innan hesi øki:

  • Breiðband (ADSL, VDSL og fipur)
  • Fartelefon (GSM, 3G og LTE)
  • Fastnettelefon (PSTN og VoIP)
  • Kaðalnet (Kopar og Fibur)
  • Televarp (DVB-T)
  • Kringvarp (FM og MB)
  • Mastrar og antennur

Hvat ímynda vit okkum?

Vit leggja dent á, at teknikarin/montørurin megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við øðrum. Viðkomandi útbúgving og starvsroyndir eru ikki eitt krav, men ein fyrimunur. Eisini ímynda vit okkum, at tú yvirskipað hevur áhuga og kunnleika fyri tøkni. Somuleiðis er umráðandi, at tú ert væl fyri í mun til at arbeiði á fjøllum og í mastrum, tí hesar uppgávur somuleiðis mynda tínar uppgávur og ábyrgdarøkir. 

Setanarviðurskifti og løn

Starvstaður er NET á Tvøroyri, og løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið fyri Føroya Tele.

Um hetta ljóðar sum eitt starv fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum, áðrenn freistina hósdagin 3. oktober 2019.

Starvið kann søkjast her. 

Ynskir tú at hoyra meira?

Ynskir tú at hoyra meira um starvið, kanst tú venda tær til Bjarna Johansen, deildarleiðara, á tel. 24 36 24 ella bjjo@net.fo. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á tel. 30 30 30 ella sfd@ft.fo.

Facebook viðmerkingar