VB væl við í 50 minuttir

Spenningurin var stórur undan fyrsta dystinum hjá VB, sum nú aftur er í bestu kvinnudeildini, SMS-deildin. Sunnudagin tók VB ímóti VÍF í Vágs Høll.

Seinastu árini hevur VÍF verið eitt av toppliðunum í bestu kvinnudeildini. VÍF var eisini Føroyameistari í 2018 og var eisini í 2019 í finluni ímóti Kyndli, sum bleiv Føroyameistari í 2019.

Hóast sterkt mótstøðulið, so vóru VB-kvinnurnar frá byrjan væl við og tá 12 minuttir vóru farnir var støðan 4-4. VÍF legði seg tó framum eftir hetta og var á odda við 4 málum, 13-9 í hálvleikinum.

Fyrstu 10 minuttirnar í seinna hálvleiki stríddu VB-kvinnurnar seg inn í dystin aftur og tá 11 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, stóð aftur á jøvnum, nú 16-16.

Liðini bæði fylgdust næstu 10 minuttirnar og VB var eitt fet frammanfyri Vestmanna-kvinnur inntil støðan var 20-20. Men seinastu 10 minuttirnar av dystinum fór orkan hjá VB kvinnunum at ganga undan, og við 5 málum frá Agnes Olsen seinastu 10 minuttirnar løgdu VÍF-kvinnurnar seg framum. Og úrslitið av dystinum gjørdist eisini at VÍF vann dystin 27-21.

Hóast 6 mál á muni, so var alt í alt talan um góðkent avrik av VB-kvinnunum í hesum fyrsta dystinum í kappingarárinum 2019/2020.


Málskjúttar hjá VB vóru:
Rúna M. Jacobsen: 7 mál
Dajana Komenda: 5 mál
Rannvá Johannesen: 3 mál
Vár Brattalíð: 2 mál
Sofía A. Schrøter, Torgerð D. Suðuroy, Rebekka Godtfred, Bára K. Mortensen, Durita K. Hjelm: 1 mál

Facebook viðmerkingar