Aftankvirra í Vágs Kirkju fríggjakvøldið 20. sept.

Seinastu árini hevur Vágs Kirkja verið karmur um aftankvirrur fríggjakvøld. Og nú fríggjakvøldið kl. 20.45 verður aftur møguleiki at koma í kirkjuna, njóta kvirruna, áðrenn tónleikur og andakt er á skránni.

Hesaferð er tað lokali, og eftirhondini sera vælkendi, Ingi Poulsen, sum við sínu vøkru rødd og guitar, fer at seta dám á kvirruna, áðrenn ein stutt andakt verður hildin. 

Umframt hetta, verða eisini sungnir 1-2 felagssálmar, soleiðis at øll á ein hátt kunnu luttaka og seg sín dám á løtuna.

Kvirran byrjar kl. 20.45, og kl. 21.00 verður so tónleika framførðsla, andakt og felagssangur. 

Facebook viðmerkingar