Sjómanskvinnuringarnir koma saman í Sumba

Sjómanskvinnuringarnir í Suðuroynni koma saman í Sumba.

Leygardagin 21. sept. kl.18.00 samlast sjómanskvinnuringarnir í Suðuroy í Samkomuhúsinum í Sumba. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari talar og sigur frá arbeiðinum.
Kórið í Sumba syngur.

Sunnudagin 22. sept. kl.18.00 verður sjómansmøti í Samkomuhúsinum í Sumba.
Torleif Johannesen, talar og vísur myndir frá sjólívinum. Manskórið Tvøroyri/Hvalba syngur.
Drekka verður eisini og høvi at lata eina gávu til Sjómansmissiónina.
Øll eru vælkomin.

Facebook viðmerkingar