Minnisvarðaøkið – ein perla í miðbýnum

Vágs kommuna: Minnisvarðaøkið er av sonnum ein av perlunum í miðbýnum í Vági. Í summar er økið fríðkað við nýggjari gøtu niðan til minnisvarðan fyri sjólátin. Framvið gøtuni eru plantaðar blómur og borð og benkur eru sett upp á vakra innbjóðandi økinum við minnisvarðan.

Framvið gøtuni er ein gelendari gjørdur, soleiðis at leiðin kennist trygg hjá øllum at ganga – og nú um dagarnar varð eisin ljós sett upp á gelendaran.

Dugnaligu starvsfólkini í tekniska toyminum hjá Vágs kommunu hava staðið fyri arbeiðinum. Gelendaran hevur Tangavirkið gjørt og el-arbeiðið er gjørt av MR-EL í Vági.

Fleiri myndir eru á heimasíðuni hjá Vágs kommunu: www.vagur.fo

Facebook viðmerkingar