NEYTAMYKJUKAPPING!



Nú er árliga neytamykjukappingin hjá Tvøroyrar Bóltfelag farin av bakkastokki.

Eins og áður, so er fantastiski vinningurin ein heilur tarvur!

Gingið verður frá hús til hús í allari oynni hesa vikuna og hepni vinnarin verður funnin leygardagin 19. oktober, í Øravík, har tarvurin fer at “gera sína skyldu”.

Seðlarnir kosta 100,- og vinnarin fær beinleiðis boð.

Facebook viðmerkingar