Í ár erupplagt at halda heystfrítíð í Suðuroynni. Sum nakað nýtt í Suðuroy, verður savnsfagnaður á skráhesa vikuna. Nakað, sum sermerkir flestu bygdirnar í Suðuroynni er tað, at flestallar hava eitt savn av onkrum slag. Í døgunum 17. –20.oktobur fara nærum øllhesiat hava opið.
Umframt at møguleiki er at vitja søvnini, hava titeisini møguleikanat verða við í einum lutakastið um eitt gávubræv frá Atlantic Airways, áljóðandi 2000 kr. Tað verður gjørt á tann hátt, at fyri hvørt savnið tit vitja, kunnu titskriva navn og telefonnummar á ein seðil, og á hendahátt verða við í lutakastinum. Jú fleiri søvn tit vitja, jú betri er vinnaramøguleikin.
Savnsfagnaðurin byrjar hósdagin 17. oktobur í Sandvík. Hóastein tann minsta bygdin í Suðuroynni, er sera nógv søguligt og spennandi at síggja í Sandvík. Frá kl. 13.00-18.00verður møguligt at vitja gamla skúlan, kirkjuna, gamla bóndagarðin, neystið við gamla bátinum Norðlýsiðog húsiðhjá Jógvan hjá Heina, ið ereitt hitt elsta í bygdini. Hetta er avgjørt eina vitjan vert.Eisini verður møguligt atkeypa sær te/kaffi og okkurt gott afturvið, í gamla skúlanum.Frá fríggjadegnum til sunnudag fer savnsfagnaðurin at fevna um restina av oynni.
Søvnini, ið luttaka, eru hesi:
Tvøroyrar Bygda-og sjóvinnusavn Tvøroyri
Pakkhús 5 –Tvøroyri (einans opið leygardag)
Tvøroyrar skjalasavn (fríggjadag frá10.00-15.00)
Gallarí Oyggin og café Art -Tvøroyri
Hvalbiar bygdasavn (gamli skúlin) –Hvalba
Savnið á Mýri –HovPorkeris bygdasavn –Porkeri
Ruth Smith savnið –Vágur
Sluppsavnið í Vági –Vágur
Nýggju hølini hjá Fuglasavninum í Sumba, Akrabergsvegur 5 –Sumba
Fríggjadagin verður eisini møguligt at vitja Tvøroyrar skjalasavn, ið verður opið frá 10.00-15.00, og harhevur ein eisini møguleikan at vera við í lutakastinum um gávubrævið.
Hvønn tíma, tvs. kl. 12.00, kl. 13.00 og kl. 14.00, verða rundtúrar gjørdir á savninum, við frásøgumanni.
Leygardagin er eisini møguligt at vitja Pakkhús 5 á Tvøroyri, ið er savnið um Thomsen familjuna á Tvøroyri.
Eisini verður leygardagin kl. 16.00 spennandi fyrilestur á Ruth Smith savninum um listakvinnuna, umframt at tey bjóða kaffi/te og køkur.
Savnsfagnaðurin er tí eitt upplagt høvi, at koma runt til allar bygdirnar í Suðuroynni, og at síggja alt tað áhugaverda, ið lokalar eldsálir fegin vilja vísa fram. Eisini fær einmeiri vitan um ymisku støðiniog áhugaverdu søguna aftanfyrihesi.
Tað er ókeypis atgongd, og eisini er møguligt at keypa sær kaffi og okkurtgott afturvið á summum av støðunum.
Kirkjan í Fámjin fer eisini at verða opin frá kl. 13.00-18.00 dagarnar 18. –20.oktober, har ið tað er møguligt at síggja fyrsta føroyska flaggið, Merkið, ið fámjiningurin Jens Olivur Lisberg var við til at gera á sinni.
Meiri kunning um tiltakið, fæst við at fylgja við Facebook síðuni @heystdagar í Suðuroy, har eisini skráin um Savnsfagnaðin og Heystdagar í Suðuroy liggur.
Eisini fæst skráin í kunningarstovunum á Tvøroyri og í Vági.
Facebook viðmerkingar