Cecilia Nolsøe Poulsen handaði í morgun Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, mótmælisskriv í sambandi við áhaldandi trupulleikarnar á suðuroyarsiglingini.
Í mótmælinum stendur millum annað, at fráferðir og komur skulu haldast, og at kunningarstøðið frá Strandfarðarskipum landsins skal vera hægri. Harumframt stendur eisini, at kravt verður at fáa nøktandi avloysaraskip til leiðina.
In.fo skrivar, at Jørgen Niclasen segði, at tað var stutt síðani, at hann hevði tikið við sum landsstýrismaður, men at hann fór at royna at finna eina loysn upp á trupulleikan sum skjótast. Hann vísti á, at samgongan ætlar, at tað skal vera koyrandi til Suðuroyar í seinasta lagi í 2030, men at hann skilti væl, at hetta er ov leingi hjá suðuroyingum at bíða.
Upprunaliga var ætlanin at lata inn mótmælisskrivið farna mánadag, men tá sigldi Prince ikki vegna veður, skrivar in.fo
Soleiðis sær mótmælið út:
1. Okur mótmæla óstøðuga sambandið og stóru óvissuna á suðuroyðarleiðini. Okur krevja, at fráferðir og komur skulu haldast, og at samsvar skal verða millum leiðina og bussar o.a.
2. Okur krevja eitt nøktandi og samtíðarhóskandi kunningarstøði frá Strandfaraskipi landsins. Vit mótmæla at ósannindi verða nýtt sum undanførslur í miðlunum, og krevja at fáa týðandi kunning áðrenn, undir og eftir fráferð.
3. Okur mótmæla verandi tænastustøði og viðurskifti hjá ferðandi og farmaflutningi. Okur krevja, at tænastan hjá ferðafólkunum, óansæð tíðspunkt á degnum, skal verða tann sama. Okur krevja, at ferðslan við ferðafólki og farmaflutningi skal ikki tarnast, og tí má eykatúrur til, soleiðis at ongin stendur eftir.
4. Okur krevja eitt fast og nøktandi avloysaraskip til leiðina, av tí at Strandferðslan er bundin av at røkja leiðina og at brek, umvælingar og dokk er væntandi.
5. Okur krevja eitt nágreiniligt aftursvar beinanvegin!
Facebook viðmerkingar