So byrjar steypakappingin í flogbólti

Ítróttur

Um vikuskiftið byrjar steypakappingin í flogbólti hjá kvinnum og monnum.

Kvinnunar eru býttar í tveir bólkar við hesum liðum, sum er bólkaði í mun til úrslitið av steypakappingini undanfarna ár.

Í bólki 1 eru 4 lið: TB, SÍ, Dráttur og Ternan, sum dagliga ikki leigar í meistardeildini. Í bólki 2 eru hesi lið: Fleyr, KÍF og Mjølnir.

Dystirnir komandi vikuskiftið í kvinnudeildini eru hesir:

Leygardagin 2. desember kl. 15,15 SÍ – Ternan Sørvágur
Leygardagin 2. desember kl. 13,00 KÍF – Mjølnir Kollafjørður
Sunnudagur 3. desember Kl. 14,30 TB – Dráttur Trongisvágur

Meistaradeild menn:
Í bólki 1 hjá monnunum eru Fleyr, Mjølnir, TB, og SÍ b.

TB og SÍ b leika vanliga ikki í meistaradeildini. Í bólki II eru SÍ, ÍF og Fleyr b, sum vanliga ikki leikar í meistaradeildini.

Dystirnir hetta vikuskiftið eru hesir:

Leygardagin 2. desember kl. 13,00 TB – SÍ b Trongisvágur
Leygardagin 2. desember kl. 17,15 SÍ – ÍF Sørvágur
Sunnudagur 3. desember Kl. 15,00 Fleyr a – Mjølnir Gundadalshøllin

Facebook viðmerkingar