Allahalgannakonsert í Vágs kirkju

Syngjandi komu tygum upp í seingina, og syngjandi lógu tygum,
inntil tygum bórust burtur í blundi, syngjandi somu songir, sum høvdu ljóðað við vøggu tygara og vøggu foreldra tygara og vøggu foreldra teirra, og svá ættarlið eftir ættarlið… (sigur K.O. Viderø um móðir sína í Ferðini til Jorsala)

Allahalgannasunnudag, 3. novembur kl. 17, hevur Kirkjukórið Ljómur árligu allahalgannakonsertina við offurgudstænastu í Vágs kirkju. Hendan afturvendandi hátíðarløtan, sum nú í 80 ár hevur savnað fólk til konsert og takkargudstænastu í Vági.

Prestur er Patrick Conway de Neergaard.

Hóast høgættin enn ikki er komin fyri seg suðuri á landi, so “hvítna tindar fjøllum á” í Vágs kirkju sunnudagin.

Á skránni eru føroyskir og útlendskir sálmar og sangir.

Petur Martin Johannesen stjórnar kórinum.

Facebook viðmerkingar