Closed for Maintenance, Open for Voluntourism

Í døgunum 15. til 18. apríl vera føroyskt og útlendsk sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.

Átakið varð hildið fyrstu ferð í vár, og úrslitið av arbeiðinum var so gott, at avgerð var tikin um at skipa fyri slíkum arbeiðsdøgnum aftur næsta vár, sum ein partur av arbeiðinum at menna Føroyar sum ferðamál.

Ætlanin er, at føroyingar skulu í ein størri mun taka lut í arbeiðinum næsta ár. 40 sjálvbodnir føroyingar fáa høvi at vera partur av arbeiðstoyminum. Tilmeldingin byrjar týsdagin 12. november kl 15 á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Tey fyrstu 40, sum tekna seg, sleppa við. Freistin at melda til er 16. desember, men mælt verður til at melda til sum skjótast, um fólk vilja tryggja sær pláss.

Visit Faroe Islands heitti fyrr í ár á kommunur og kunningarstovur um at senda inn uppskot til verkætlanir, sum tey ynsktu at fáa við í átakið. Nógv góð uppskot komu inn, og heili 14 økir vera við í átakinum næsta ár. Í 2019 vóru 10 verkætlanir. Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera gøtur og seta vegvísarar upp, so tað verður tryggari hjá bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum. Fleiri av verkætlanunum eru víðarimenning av arbeiðsuppgávum, sum vórðu gjørdar, tá átakið varð hildið í vár. Fleiri av økjunum, sum fáa nógv ferðafólk, vera partur av átakinum, m.a. Slættaratindur og Kallsoyggin. Yvirlit yvir allar verkætlanirnar sæst her.

Fleiri enn 4.000 útlendingar hava skrivað seg upp hjá Visit Faroe Islands, við ynski um at sleppa at taka lut næsta ár, og øll hesi fólkini hava fingið boð um, at tilmeldingin letur upp týsdagin 12. november. Tað er pláss fyri 100 útlendingum, og tey fyrstu 100, sum tekna seg og rinda fyri ferðaseðil, sleppa við. Ongi krøv eru sett um serligar førleikar. Einasta treyt er, at fólkini tíma at arbeiða hart í tveir dagar. Tey útlendsku sjálvbodnu rinda sjálvi flog við Atlantic Airways, sum er við í verkætlanini, og fáa bjóðað gisting og mat afturfyri tveir arbeiðsdagar.

“Vit eru sera spent at lata upp fyri tilmeldingum, og at síggja hvussu áhugin verður fyri at taka lut, bæði millum føroyingar og útlendingar. Vit gleða okkum at fara undir arbeiðið aftur næsta vár. Tað hevur stóran týdning at halda á fram at menna Føroyar sum ferðamál, og hetta átakið er ein liður í tí arbeiðinum,” sigur Jóhan Pauli Helgason, leiðari fyri menningardeildina hjá Visit Faroe Islands.Leinkja til ein film, sum varð gjørdur ímeðan arbeiðið var í gongd i vár, sæst her.

Facebook viðmerkingar