Njál Djurhuus hevur havt eitt serstakt lív, heilt frá byrjan sum eingilskmannabarn undir krígnum, og til nú hann 78 ára gamal framvegis er virkin í Frelsumarherinum at hjálpa teimum, sum eru verri fyri enn tey flestu.
Her verður greitt frá hansara ætt og lív í Føroyum inntil Petur Háberg skundaði undir hann at fara í evangeliskt virksemi. Hann fór 20 ára gamal til Noregs saman við konuni, Ernu, sum eigur sín stóra part av teirra avriki.
Lívsuppgávan gjørdist at hjálpa teimum, sum eru komin illa fyri í lívinum, serliga av rúsandi evnum, og at fáa tey uppundan aftur. Her eru nógvar áhugaverdar og spennandi frásagnir, hvussu tað ber til at fáa fólk aftur á beint. Eitt er fótbóltur, og ein partur av bókini kallast ”Fótbóltur ger undurverk”.
Í sínum virksemi komu hjúnini bæði í samband við ”høg og lág”. Men Njál hevur tann framúr eginleika, at fyri hann er øll líka verd, um tað er kongur ella tann, sum býr á gøtuni. Tey bæði fingu eisini hægstu viðurkenning. Eisini vóru tey fyrstu hjún sum í Noregi fingu ”kongsins gull”.
Tískil hava tey eisini verið framúr góð umboð fyri Føroyar úti í heimi.
Høvuðsboðskapurin í bókini er, at øll kunnu vera ”ljós í skugga” og kunnu gera sítt til at hjálpa øðrum. Men Njál hevur tann eginleika, at hann dugur at eggja øðrum til tað sama. Tað er eisini hetta, sum verður lýst i bókini.
Bókaframløga verður eisini í Frelsunarherinum í Vági, Hósdagin 14.11.2019 kl 17.00
Bókin fæst á framløguni fyri serprís, tað verður sangur og kaffi á tiltakinum.
Facebook viðmerkingar