Klippfisk skipar aftur í ár fyri filmskapping á Glasi í Havn 29. nov.-1. desember. Filmskappingin er fyri ØLL -roynd og óroynd, ung sum eldri. Tað er ókeypis at luttaka og vinningurin er kr. 10.000. Harumframt verður vinnarafilmurin sýndur til Geytakvøldið í Norðurlandahúsinum.
Fríggjakvøldið 29. november kl. 18 verður evnið fyri kappingina avdúkað á Glasi í Havn. Luttakararnir hava síðan 48 tímar til at framleiða ein film við hesum evninum. Tað er møguligt at nýta tilskilaða útgerð og hølir á Glasi alt vikuskiftið til eitt nú at arbeiða við filmshugskotinum og klippa filmin. Tey, sum ikki hava møguleika fyri at vera á staðnum, eru vælkomin at luttaka við at fáa evnið sendandi.
Allir filmarnir, sum luttaka í kappingini, verða sýndir á Glasi mánakvøldið 2. desember kl. 19, har vinnarin eisini verður avdúkaður.
Longdin á filminum skal í mesta lagi vera 4 minuttir.
Onki kraver á útgerð. Filmurin kann takast uppvið bæði fartelefon og fínari upptøkutólum.
Melda til sum einstaklingur ella bólkur við at senda navn/nøvn, teldupost og tlf nr. til klippfisk@klippfisk.fo
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 21. november kl. 20.
Sí nærri kunning á facebooktiltakinum: https://www.facebook.com/events/776014226197492/
Tveir filmar frá filmskappingini í fjør vórðu tilnevndir til Geytan 2019. Sí vinnarafilmin av filmskappingini hjá Klippfiski í fjør her:
Facebook viðmerkingar