Skattalistin 2018

Skattalistin 2018 fyri Vágs kommunu liggur alment frammi á býráðsskrivstovuni frá mánadegnum 18. november til og við  mánadagin 2. desember 2019.

Skrivstovan er opin:
Mánadag – Tórsdag kl. 8.00-16.00
Fríggjadag kl. 8.00-15.00

Hvørt ár verður ein listi yvir skattskyldugu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi – bæði einstaklingum og fyritøkum – lagdur fram til alment eftirlit.

Heldur tú, at skattaálíkningin hjá tær ella øðrum skattgjaldara ikki er røtt, hevur tú møguleika at kæra um hetta til økisskrivstovuna.

Facebook viðmerkingar