Jólabygdin í Suðuroyar Sparikassa letur upp tórsdagin

Í samband við at jólabygdin í høvuðssætinum hjá Suðuroyar Sparikassa í Vági letur upp, verður jólahugni frá kl. 16 til kl. 18 tórsdagin 28. nov.

Gløgg, holukøkur og annað leskiligt til børnini verður at fáa.

Barnakórið og Manskórið hjá Frelsunarherinum í Vági luttaka við sangi.

Øll eru vælkomin 🙂

Jólabygdin kann síggjast fram til 3. januar 2020.

Facebook viðmerkingar