Jólahugnin í viðarlundini

Árligi, væl umtókti jólahugnin í viðarlundini, verður nú leygardagin, 9. Desember, frá kl. 18:00.

Jólahugnin í viðarlundini er fyri nógvar familjur vorðin ein siðvenja og somuleiðis ein byrjan uppá jólafrítíðina.

Viðarlundin er um hesa árstíðina prýdd við jólaperum, sum somuleiðis lýsa hugnaligu gøturnar millum trøðini upp, so væl er gangandi, sjálvt um myrkt er.

Hetta tiltak er eisini eitt gylt høvi hjá barnafamiljum og øðrum at kobla úr frá tí strævna gerandisdegnum, og njóta náttúruna og vakra umhvørvi í og runt viðarlundina.

Ókeypis, heitt kakao og bollar eru at fáa, og jólamenn vitja.

Harafturat verður skipað fyri sangi, har Erolf og Hentzar luttaka.

Sum nakað nýtt, so ber í ár til at keypa sær heimagjørdar jóladekoratiónir og annað

Facebook viðmerkingar