SSL ávarar um avlýsingar og seinkingar

Tíðindi

Sagt verður frá ringasta veðri í morgin og fríggjadagin og Strandferðslan boðar longu frá, at avlýsingar og seinkingar eru væntandi, bæði í koyringini hjá Bygdaleiðum og í siglingini hjá ferðafólkaskipunum.

Sambært veðurtíðindunum versnar veðrið av álvara í nátt, tí tá verður 20 til 25 metrar um sekundið av norðri og landnyrðingi og í hvirlunum upp 30 til 37 metrar um sekundið. Veðrið verður tað sama í allan morgin, ikki fyrrenn í annaðkvøld minkar vindin eitt sindur.

 

Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerkingar