Bergun, legg nýggja plátu á ella sløkk plátuspælaran!

Hetta afturvendandi tvassi hjá Bergun Kass er við at blíva flovisligt – plátan er skøva, spælir í somu rillu aftur og aftur. Legg nýggja plátu á ella sløkk plátuspælaran.


Í áratíggju hava føroyingar í túsundtali ferðast fyri at fáa sær útbúgving. Í flestu førum hava fólk leitað sær av landinum í útbúgvingarørindum og hava oftast verið burturi í 4-7 ár. Seinnu árini eru alsamt fleiri útbúgvingartilboð komin í Føroyum, soleiðis at tað nú verða upptikin líka nógvir føroyingar á útbúgvingarstovnar í Føroyum sum uttanlands. Fyri Føroyar, føroyskan ungdóm og øll sum ynskja útbúgving er hetta heilt fantastiskt !

Ein munandi partur av útbúgvingunum í Føroyum eru staðsettar í Havn, nakrar eru tó í Klaksvík, og nakrar í Suðuroynni, og so ber eisini til at taka miðnámsútbúgving í Vestmanna og í Kambsdali.

Tá Bergun Kass aftur og aftur ger tað til ein tann størsta trupulleikan í landinum, at Heilsuskúli Føroya og útbúgvingarnar á skúlanum, eru staðsettar í Suðuroynni, so ivast man í, um hon veit hvussu man sleppur til og frá Suðuroynni í dag.

Fyri tey, sum kanska ikki kenna til farleiðina til Suðuroyar og til títtleikan av fráferðum, so røkir Smyril Suðuroyarleiðini (ja, tað so pena og stóra bláa og hvíta skipið, sum er á Havnini fleiri ferðir um dagin).

Smyril er eitt ordeliga fínt skip, eini 130 metrar langur – ja, nettupp eitt sindur longri enn Tórsvøllur – og har eru sofur og stólar at sita í, man situr eisini inni og har er heitt og gott, og har eru eisini fleiri wc.

Smyril siglur eitt sindur skjótari enn skipini sum sigldu í 1920unum, tí tað tekur bara smáar 2 tímar av Havnini og á Krambatanga (ja, tað er í Suðuroynni).

Og har skipini fyri eini 100 árum síðani sigldu nakrar ferðir um vikuna, so er Smyril ein knassi. Hvønn dag tveir túrar og fleiri dagar eisini tríggjar túrar til Havnar og suðuraftur.

So um tú fer í weekend í Suðuroynni og av Havnini kl. 13 fríggjadag, men knappliga fer at leingjast so frykteliga illa eftir mammu og pabba, so siglur Smyril norðuraftur bæði kl. 16.00 og kl. 21.00 – ja, sama dag – er tað ikki fantastiskt ?

Jú, ótrúligt hvat man kann í 2020.

Men tað kann eisini verða, at Bergun Kass blandar Suðuroynna við Suðuroyggjar vestanfyri Skotland ella kanska við oyggja bólk í Suðurhavi, sum er kring Suðurpólin, nú tað er eitt so veldugt problem, at Heilsuskúli Føroya er í Suðuroynni.

Heilsuskúli Føroya er ein vælvirkandi skúli, sum hevur eitt gott skúlatilboð. Allar flestu næmingarnar, sum koma til Suðuroyar á heilsuskúla, fara heimaftur við góðari útbúgving og ríkum upplivingum. Ein munandi partur av útbúgvingini, bæði til heilsuhjálpara og heilsurøktara, er starvslæra, tá tað ber til at fara í starvslæru í nærumhvørvinum í Havn, Eysturoynni, Vágum ella Klaksvík – ella í Suðuroynni.

Onki óvanligt er í at flyta seg eftir útbúgving og taka við tær útreiðslurnar, tað kostar at flyta seg eftir útbúgvingini – hetta er jú ein íløga í egna framtíð, starvsmøguleikar og inntjening.

Hetta afturvendandi tvassi hjá Bergun Kass er við at blíva flovisligt – plátan er skøva, spælir í somu rillu aftur og aftur. Legg nýggja plátu á ella sløkk plátuspælaran.

Dennis Holm

Facebook viðmerkingar