Marknoyrarvegur opin aftur

Vegurin á Marknoyri er nú opin fyri ferðslu, eftir at vegurin var stongdur eitt tíðarskeið í morgun. Takið og tak-konstruktiónin á einum verkstaði/skúrði á Marknoyri fór um 7-7.30 tíðina í morgun í storminum.

Takið og tak-konstruktión fleyg niðan millum tvey sethús norðanfyri vegin, annað av húsunum fekk smærri skaðar.

Bæði verkstaði / skúrðurin og takið, sum liggur uppi í bønum, norðanfyri vegin, er tryggjað og vegurin er opin aftur fyri ferðslu.

Facebook viðmerkingar