Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um flyting av alifiski úr Suðuroynni, settur landsstýrismanninum við vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
- Hvør er orsøkin til, at alifiskur verður fluttur úr Suðuroynni og norðureftir at virkast?
- Hvørji undantøk í lóg og kunngerð liggja til grund fyri avgerðini?
- Er flytingin av alifiski úr Suðuroynni innan tær ásetingar, sum lóg og kunngerð áseta um, at alifiskur skal virkast í oynni?
Viðmerkingar:
Tað rakar ómetaliga hart, at 40 fólk verða uppsøgd. Tað ávirkar lokalsamfelagið og sjálvsagt eisini fólkini, sum verða uppsøgd persónliga. Tað hava fyrr verið tíðarskeið við ongum arbeiði, og væntandi var, at arbeiði fór at liggja stilt eina tíð tíðliga í árinum. Men nú nakrir dagar eru farnir av árinum eru uml. 40 fólk søgd úr starvi við boðum um, at arbeiði nokk byrjar aftur í summar.
Á tíðindaportalum verður víst á, at fiskur verður fluttur norðureftir at virka, samstundis sum fólk vera uppsøgd í Vági.
Í nýggju alilógini er ásett, at fiskur, sum verður aldur í Suðuroynni, skal virkast í oynni. Undantøk kunnu gevast av landsdjóralæknanum í sambandi við sjúku, og Aliumsitingin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni kann eisini geva undantak, um tað eru serlig viðurskifti, sum alarin ikki hevur ávirkan á ella kann verja seg ímóti, sum gera seg galdandi. Hesar reglur eru ásettar í kunngerð.
Landsstýrismaðurin verður tí biðin um at svara omanfyrinevndu spurningum, so trygd fæst fyri, at tað, sum fer fram, er sambært ásettum reglum. Tað er stórt bakkast fyri fólk í oynni nú at vera uttan arbeiði í mánaðir.
Á Løgtingi, 14. januar 2020
Sirið Stenberg
Facebook viðmerkingar