Skúlablaðið: FabLab í Vágs Skúla fingið leiðara

Hon er útbúgvin maskinmeistari og skipsførari. Tina Grønbech Tausen hevur tikið við sum leiðari á nýggju FabLab verkstovuni í Vágs Skúla

Vágs Skúli er fyrsti fólkaskúli í Føroyum, sum hevur FabLab. Frammanundan er ein FabLab-verkstova í Miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Fab Lab er ensk stytting, ið stendur fyri fabrication laboratory. Eitt verkstað fyri skapandi fólk, har talgild og analog amboð eru til taks.

Nú er leiðari settur til FabLab-verkstovuna í Vági. Hon eitur Tina Grønbech Tausen, og í hesum døgum er hon við at kunna seg um útgerðina, m.a. við at luttaka á skeiði í Íslandi, men vit hava tó fingið orð á nýggja FabLab-leiðaran og sett henni nakrar spurningar.

Hvør er Tina Grønbech Tausen, bakgrund og útbúgving, og hví søkti tú starvið?

– Eg eri fødd á Bornholm, men uppvaksin í Odder sunnan fyri Aarhus. Á heilt ungum árum gjørdi eg av, at eg skuldi royna sjólívið. Nakrir av mínum fólkaskúlalærarum hildu tó, at eg átti at farið á listaskúla og roynt míni skapandi evni. Men eg stóð við mína avgerð um, at eg sum siglandi skuldi síggja heimin. Eftir 9. flokk fór eg á maritiman eftirskúla fyri at læra sjómansskap og fyri at sigla við seglbátum.

– Sum 15 ára gomul flutti eg heimanífrá og fór á siglingarskúla á Fanø og síðani í Frederikshavn, har eg tók útbúgving sum fulltikin atstøðingur, tað er sjómaður, ið er skúlaður at arbeiða á dekkinum og í maskinuni. Eg var 17 ár, tá eg mynstraði við skipi fyrstu ferð.

– Eg slapp síðan inn á A.P. Møller-Mærsk útbúgvingarætlanina, har eg tók útbúgving sum dual junior officer. Tað er bæði navigatørur og maskinmeistari. Í Svendborg hitti eg mann mín, Sjúrður, meðan vit bæði vóru innan somu útbúgvingarætlan. Tað eru nú 15 ár síðan, vit fluttu til Føroya. Eg fekk boð um, at skuldu tað verða vit bæði, so mátti eg fylgja við til Føroya, og tað gjørdi eg so og havi ikki angrað.

– Vit hava síðani fingið børn, tveir dreingir. Í 2010 gjørdi eg sum fjarlesandi skipsføraraútbúgvingina lidna á Vinnuháskúlanum í Havn, meðan eg starvaðist á Tvøroyri. Fyri hálvum øðum ári síðan byrjaði eg eftirútbúgving við Syddansk Universitet, har eg lesi MBA, Master of Business Administration. Og so havi eg eisini starvast sum læknaskrivari, meðan eg havi búð í Vági. Kanska eri eg framsøkin við míni bakgrund og royndum. Eg havi í nøkur ár starvast við shipping innan crew, arbeiðsumhvørvi og trygd. Mær dámar mæl at arbeiða við fólki og at geva øðrum íblástur. Tí søkti eg hetta starv, so eg kann vera partur av skapandi rørsluni. Eg eri vís í, at hetta er rætt fyri meg. Í tí sindri, eg havi av frítíð, havi eg verið íverkseti og havi m.a. verið við til at taka stig til felag fyri havsvimjing í Suðuroynni, greiðir Tina Grønbech Tausen frá.

Hvørjar visjónir hevur tú sum heild fyri FabLab?

– FabLab-netverkið er skapt av Neil Gersherfield, professara, úr USA, ið vildi, at fólk uttan tøkniliga bakgrund fingu atgongd til nýggja tøkni. Visjónin við FabLab í Vági er tí eisini at gerast partur av globala fabLab-netverkinum og harvið fáa vitan og førleikar frá øðrum verkstovum, so at tøknin kann nýtast kreativt og innovativt í lokalumhvørvinum. Eisini skal FabLab í Vági gerast natúrligt útbúgvingaramboð hjá børnum og ungum í fólka- og miðnámsskúlanum. Eisini er ynskiligt, at virkir av ymsum slag hava atgongd til tøknina, sigur Tina Grønbech Tausen.

– Tað er ikki fólkatalið ella støddin á landinum, ið er avgerandi fyri framtíðar samfelagsmenningina, men hinvegin er tað atferðin ella framferðin, sum ger av, hvønn veg vit flyta okkum, heldur hon.

– Tí er tað mín vón, at FabLab verður nógv vitjað og nýtt í komandi tíðum. FabLab skal virka í skúlahøpi, men skal eisini vera atkomuligt hjá almenninginum.

Fert tú at leggja teg eftir at fáa hetta at virka so væl sum gjørligt?

– Eitt av krøvunum fyri at gerast eitt skrásett FabLab er, at tað er opið fyri almenninginum, so tað er avgjørt ætlanin, at opið er fyri almenninginum. Vónandi verður móttøkan so góð, at vit fáa nakrar slóðbrótarar ella superbrúkarar millum ung og tilkomin, sum kunnu hjálpa íverksetum og virkjum við at økja um kunnleikan og nýta tøknina, sum er tøk, og harvið gera tøknina til natúrligan part av gerandisdegnum, sigur Trine Grønbech Tausen, sum í hesum døgum er á FanLab-skeiði í Íslandi.

Fakta:

FabLab er eitt slag av nýskapanarverkstovu.

Fab Lab er ensk stytting, ið stendur fyri fabrication laboratory. Eitt verkstað fyri skapandi fólk, har talgild og analog amboð eru til taks.

Fab Lab eru um allan heim og eru aloftast útgjørd við somu útgerð, so sum 3 D-prentara, 3 D-skannara, fresara og lasarskerara, vinylskerara, til ymiskt at seta á klæðir og pløgg.

Fablab Foundation er ein ikki-handilssligur meginfelagsskapur frá 2009 fyri øll Fab Lab í heiminum, ið millum annað rekur FabAcademy, sum tekur sær av at útbúgva fólk í nýtsluni av Fab Lab.

(Myndatekstur): Trine Grønbech Tausen er her avmyndað saman við leiðaranum av FabLab í Vestmannaoyggjum, Frosti Gislason.

Kelda: Skúlablaðið
Tekstur: Dagfinn Olsen

Facebook viðmerkingar