Myndakappingin hjá Lions Suðuroy

HVØR TEKUR VAKRASTU MYNDIRNAR ÚR SUÐUROYNNI AT PRÝÐA LIONS ÁRSKALENDARAN 2021

Nýtast skulu íalt 13 landslagsmyndir úr Suðuroynni, svarandi til eina mynd til hvønn mánaðin í vatnrøttum sniði, umframt eina permumynd, ið loddrøttum sniði.

Ynskið er at prýða kalendaran við myndum úr øllum bygdunum í Suðuroynni, og at allar árstíðirnar verða lýstar, -summar, vár, heyst og vetramyndir eru allar vælkomnar.

Tað er av stórum týdningi, at góðskan í myndunum er høg. Sniði skal verða 4:3, og myndagóðskan skal hava eitt rímiliga høgt tal av “pixlum” >4M.

(Panoramamyndir kunnu  ikki nýtast) 

Myndirnar skulu sendast Lions Suðuroy umvegis telduposti -innan 1. mars 2020- til:

lionssuduroy@gmail.com við frámerki “Lions Mynd 2021”

Vinnara myndirnar verða virðisløntar við kr. 500,00 pr. stk.

Facebook viðmerkingar