ER TAÐ TÆR VIT LEITA EFTIR??

Nú okkara bilførari fer í læru, so søkja vit eftir einum nýggjum bilførara.

Hettar vænta vit av tær:
At tú ert tænastusinnað/ur
At tú ert sjálvbjargin
Og at tú ert kundarøkin

Um arbeiði:
Vit hava vørukoyring millum meginøki og Suðuroy fyri vinnu- og privatar kundar.
Hettar er ikki eitt fulltíðarstarv enn.
Løn sambært sáttmála.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur C ella CE koyrikort, men ikki eitt krav.

Vit taka okkum rættin at velja rætta viðkomandi.

Um hettar hevur tín áhuga, send okkum ein teldupost á hh@flutningur.fo, ella ring á 283 284 skjótast til ber.

HH Flutningur

Facebook viðmerkingar