TB vann á Føroyameistarunum

Seinnapartin var venjingardystur við Stórá, har TB tók ímóti Føroyameistarunum KÍ. KÍ hevur seinastu dagarnar verið á venjingarlegu í Vági.

Tá samanum kom vann TB dystin 2-1. Rógvi Joensen legði tíðliga TB framum 1-0, og fimm minuttir seinni javnaði nýggi norski álopsspælarin Ole Erik Midtskogen fyri KÍ.

Smáar tíggju minuttir eftir steðgin fekk TB sigursmálið, tá ið ein av KÍ spælarunum var óheppin at beina bóltin í egið mál.

Facebook viðmerkingar